Dansiframsýning í Trongisvági leygardagin 30. apríl
Í samband við fólkadansistevnuna, sum verður hildin í skúla- og ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 30. apríl, verður almenn dansiframsýning kl. 1600 seinnapartin leygardagin í ítróttarhøllini
Framsýndir verða sonevndir gamlir dansir, eitt úrval av norðurlendskum og skotskum fólkadansum, linju- og standarddansir.
Luttakandi feløg til dansiframsýningina eru umframt Dansistovugaman úr Suðuroynni, Dansihugni í Klaksvík, Dansifrøi úr Havn, Fragdin úr Hósvík og Dansigaman úr Sandoynni og linjudansihold úr Havn.
Dansarar hjá Annu Kirstin á Tvøroyri framføra standard-, fólka og linjudans.
Barna-, ungdóms- og vaksnir dansarar hjá Eyðbjørg Ellendersen í Hvalba vísa fram standard-, fólka- og linjudansir.
Kostnaður fyri vaksin kr. 50,00 og børn kr. 20,00.
Fólkadansistevnan 30. apríl 2011
Dansistovugaman, sum hevur limir úr allari Suðuroynni, skipar fyri fólkadansistevnuni 2011. Slíkar dansistevnur verða hildnar annað hvørt ár, og tann fyrsta stevnan varð hildin í Havn í 1990. Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari dansistevnu í Suðuroynni.
Dansistevnan byrjar við móttøku og ábiti kl. 1030, og síðan verður farið undir dansifrálæru.
Almenna dansiframsýningin verður kl. 1600 – til umleið kl. 1800.
Um kvøldið verður skipað fyri veitslu, og tá verður helst hildið á til tann ljósa morgun.
Stórur áhugi er fyri dansistevnuni, sum hevur fingið umleið 270 tilmeldingar.