Dansistevna 2011
Lag: Kom og dansa
Saman eru komin her í veitslulag
allan dagin hava gingið rað í rað
eitt og tvey til vinstru, vendi mær so við
aftur nýggjan makkara við mína lið.
Longu ungur fór at gera meg til mans
í skúlanum eg skuldi læra fólkadans.
Rhoda okkum stýrdi og tað við manér,
Helga spældi trúliga upp á klaver.
Nógvir dansir skuldu rúma í mín knokk,
okkurt var um hønurnar, sum høvdu topp.
Hin var Frants á Argjum, ungar hevði fleir.
Royndi eg at læra meg, eg minnist teir.
Seinni kom ein kona heilt úr USA,
drigin var av einum ungum danskara,
Gamlir dansir – nýggir – setti ei til viks,
onkur góður valsur og so Postie’s Jig.
Polka trin og trummuvals, hvat skal tað til,
Slentre kontra og so ein Virginia Reel,
Bettte mand i knibe og Jødetur fra Mors,
Villar gæs á flogi og ein springarpols.
Stuttligt er at dansa fyri lív og sál,
gamlir dansir eru okkar’ felagsmál,
skifta títt og leingi, ver nú bara við,
aftur nýggjan makkara við tína lið.
Søgur ganga um at kapping vit nú fá,
liggja sløtt á rygginum og bein uppfrá,
svingarar tað kallast, tey duga síni ting,
eitt og tvey til høgru og eitt ordans sving.
Heldur hesin dagur fram á sama hátt,
vænti eg vit fáa eina langa nátt,
Dansistovugaman, heilsu sendi tær
beri glas at munni so og skál frá mær.
Jákup Danielsen