Setanarrøðan

 

Jens Johannesen

Góðu dansistevnugestur norðaneftir, úr Suðuroynni og góðu áskoðarar!

Jeg takki hjartaliga fyri hendan heiðurin at seta fólkadansistevnuna 2011, og fari jeg at ynskja tykum eina góða og minniliga dansistevnu. Veri vælkomin!

Eftir at dansivenjing í Suðuroynni varð uppafturtikin miðskeiðis í 80´unum, við Connie Wilhelm við fólkadansi og Anna Kirstin Steinø við standarddansi, kom ein lítil steðgur í, men av tí at hesar høvdu tendrað ein neista, vildu dansararnir ikki gevast, tí tey hildu, at datt dansurin niðurfyri, so var ringt, at fáa hann uppaftur at standa.

Tað skal sigast, at fólk úr allari oynni vóru við til hesi dansikvøldini ella dansiskeiðini.

Dansur er jú góður bæði fyri sál og likam.

Tað vóru eisini fólk úr allari oynni, sum tóku stig til at vera við í dansifelagnum Dansistovugaman, sum varð stovnað 2. november 1994. Í fyrstu nevndini, var Árni Olsen úr Hvalba, Oddný Nolsøe úr Trongisvági, Tove Jacobsen  og Martin S. Eidesgaard av Tvøroyri. Undirvísingini tók Hervør Eidesgaard sær av.

Í nevndini, sum situr í dag og hevur fyrireikað hesa dansistevnuna eru Oddbjørg Øster av Tvøroyri, Conni Gunnarstein úr Vági, Súsanna í Toft og Johanna Djurhuus úr Froðba.

Dansur og helst ongilskur dansur hevur altíð verið sera væl umtóktur her í oynni. Helst hevur tað verið í Vági og á Tvøroyri, sum dansað hevur verið mest ongilskan dans, tí har hava ivaleyst verið teir flestu tónleikararnir. Her á Tvøroyri var tað tann kenda Tvøratunga, har proletararnir á Tvøroyri fóru í dans, meðan tey meira fínu fóru í Klubban, sum var granni við Tvøratungu. Tað vóru mínir forfedrar, sum høvdu Tvøratungu og pápi mín, sum var ein virtuosur uppá harmoniku, lat tónarnir til dansisporini ljóða tá í tíðini. Men eisini aðrir spældu til dans, fyri ikki at gloyma Harry. Her hittust fleiri natiónir: bæði norskir, skotskir og ongilskir sjómenn og sviar úr kolunum umframt føroyingar, sum høvdu stuttleika at kunna svinga sær í Tvøratungu og Klubbanum. Genturnar, sum teir dansaðu við, komu úr øllum herðashornum í landinum, so tær høvdu nokk at gera í frítíðini. Hetta var jú tíðin, tá vinnulívið blomstraði í oynni.

Undir krígnum vóru tað so ongilskir hermenn, sum luttóku í dansilívinum. Skal jeg lýsa dansisøguna her í oynni, so verið jeg ikki ferdigur í dag, men tað er so heldur ikki meiningin.

Hetta var so bert eitt stutt afturlit.

Slík tiltøk sum hesar dansistevnurnar mugu uttan ivað hava skapt eitt gott vinalag, og tað sosiala aspektið er eitt týdingarmikið element í hesum høpi.

Dansurin sum so hevur altíð havt sera stóran áhuga í oynna. Føroyski dansurin, sum jú er ein fólkadansur, hevur altíð verið høgt í metum í Suðuroynni, og tað er so gott sum hvørt stað, sum hevur sína dansistovu.

Men eitt er so heilt víst, at hava okur ikki nakrar eldsálir við, so kann alt vera tað sama í einum felagsskapi.

Sigast má, at Dansistovugaman hevur verið eitt sera virkið felag, og hóast tað summar tíðir hava verið aldudalar, so hava nøkur ongantíð slept endanum. Man kann so siga í dag, at nú ber ávøkstur, og hevur hesin veturin verið ein tann besti til uppmøting. Millum 40-60 fólk og væl meir eru komin saman til dansin í vetur, og eru hetta fólk úr allari oynni og í øllum aldri. At felagið er virkið, vísir bert áhugan tá okkurt serligt er. Skipað er fyri sokallaðum Elis-kvøldum, har limirnir hittast nøkur fríggjakvøld og so ikki at gloyma dansibandsferðirnar til Noregs. Konan og jeg fingu tað gleði at vera í Noreg seinasta summar saman við limum í Dansistovugamni og uppliva dansibandsfestivalin í Seljord, og fari jeg at takka fyri eina ógloymandi ferð. Eisini hevur Dansistovugaman havt vitjanir úr DK og eisini verið og vitjað har.

Hóast umstøðurnar hjá felagnum ikki eru tær allarbestu, so eru tær væl brúkiligar. Her í skúlahøllini eru tær bara heilt góðar, og skal mín vón vera fyri hetta felag og øll hini feløgini, at framtíðin má lýsa tykum bjørt. Jeg fari at enda við eini vittigheit, jeg hoyrdi frá einum vágbingi nú ein dagin: Tað var ein vágbingur, sum sigldi úti, og einaferð teir lógu inni í Suðuramerika, helt hann, at hann skuldi fara í dans at fáa sær en svingom, jú hann bjóðar so eini damu upp, sum hann svingur runt, men hvat ólukkan, hon bara veksur og veksur, tá er tað træbeinið, sum hann er um at skrúva úr hjá henni, so tað var eitt at gera, og tað var at dansa øvugtan veg aftur.

Einaferð enn hjartaliga vælkomin.

Við hesu fáu orðunum er fólkadansistevnan 2011 hervið sett.