Felagslógin

§ 1. Navn og endamál.

Navn felagsins er Dansistovugaman. Felagið er stovnað við tí í huga at nøra um og varðveita áhugan fyri dansi.

§ 2. Limaskapur.

Fyri at kunna gerast limur, skal viðkomandi vera 18 ár, hava áhuga fyri dansi og kenna lóg felagsins.

Undantaksloyvi kann veitast persóni/persónum, sum eru undir aldursmarkinum, um nevndin viðmælir. Við hesum undantaksloyvi fylgir tó ikki rættur at atkvøða á aðal- ellla eykaaðalfundum.

Limur, strikaður fyri eftirstøðu, kann gerast limur aftur, um eftirstøðan verður goldin.

§ 3. Útmeldan.

Limur kann verða strikaður úr felagnum, um viðkomandi sýnir ósømiligan atburð, mótarbeiðir felagnum, ella er í meiri enn 1 árs eftirstøðu fyri limagjald. Nevndin tekur støðu í hvørjum einstøkum føri.

§ 4. Aðalfundurin.

Aðalfundur felagsins er á hvørjum ári í januar mánaða.

Roknskaparárið fylgir dansiárinum. Tað er frá 1. okt. til 30. sept.

Aðalfundurin skal vera fráboðaður limunum skrivliga ella við lýsing í blaði/bløðum 14 dagar frammanundan.

Á aðalfundinum er skráin:

1. Val av orðstýrara.
2. Frágreiðing frá nevndini.
3. Grannskoðaður roknskapur framlagdur.
4. Góðkenning av punkt 2 og 3.
5. Val av nevndar- og eykanevndarlimum. Nevndarlimir: støk ár 1, óstøk ár 2, fyrstu ferð við lutakasti. Eykanevndarlim: 1 hvørt ár.
6. Val av grannskoðara.
7. Ásetan av limagjaldi.
8. Innkomin mál.
9. Ymiskt.

§ 5. Eykaaðalfundur.

Um nevndin ella í minsta lagi ¼ av limunum ynskir tað, kann kallast inn til eykaaðalfundar.

Eykaaðalfundurin skal vera fráboðaður á sama hátt sum aðalfundurin.

§ 6. Nevndin.

3-mannanevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni/skrivara og kassameistara. Nevndin kann velja kassameistaranum hjálparfólk. Somuleiðis kann nevndin heita á fólk at hjálpa til. Hesi skulu tó vera limir í felagnum.

Nevndin leggur fram fyribilsskrá galdandi ½ ár 1. dansikvøld á heysti og 1. dansikvøld eftir aðalfundin.

§ 7. Lógarbroytan.

Uppskot til lógarbroytan skal vera nevndini í hendi innan 1. januar, og skal sendast limunum saman við fráboðanini til aðalfund.

Lógarbroytan verður, um ¾ av møttu limunum atkvøða fyri.

§ 8. Limagjald/eftirstøða/atkvøðurættur.

Kravt limagjald eigur at vera nevndini í hendi fyri aðalfundin. Limur, ið er í eftirstøðu, hevur ikki atkvøðurætt. Fer eftirstøðan út um eitt ár, kann limur verða strikaður úr felagnum.

§ 9. Avsetan av peningi.

Eftir tilmæli, kann aðalfundurin samtykkja, um serligt rakstraravlop er, at partur verður avsettur til endamál felagsvirkseminum at frama.

§ 10. Gerðabók.

Skrivarin førir gerðabók hvønn nevndar- og aðalfund, og annars um tað, sum fer fram í felagnum.

§ 11. Avtøka av felagnum.

Felagið kann bert takast av, um so er, at minni enn 10 limir vilja halda fram við tí.

Verður felagið niðurlagt, skulu ognir tess latast øðrum felag, ið á ein ella annan hátt styðjar dansi.

————————-

Lógin fyrstu ferð framløgd og samtykt á stovnandi aðalfundi hin 3. nov. 1994. Broytt 27. jan. 2013.