Væleydnað fólkadansistevna í Trongisvági leygardagin 30. apríl 2011

Væleydnað fólkadansistevna í Trongisvági leygardagin 30. apríl

 

Tango framsýning

Umleið 270 fólkadansarar møttu til fólkadansistevnuna, sum varð hildin í skúla- og ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 30. apríl. 

Byrjað varð um morgunin kl. 1030við móttøku og ábiti, og kl. 1200varð farið undir dansiundirvísingina, sum helt fram til kl. 1500 við smærri steðgum. Undirvísarar vóru Marni og Sigrun úr Klaksvík, Anne Lise og Mads úr Havn, Sarita úr Havn, Hervør og Martin av Tvøroyri og Anna Sofía og Karl av Sandi 

Jens Johannesen setti stevnuna
Almenna dansiframsýningin kl. 1600 byrjaði við, at forkvinnan í Dansistovugamni, Oddbjørg Øster, bjóðaði vælkomin og gav orðið til Jens Johannesen, býráðslim av Tvøroyri, sum skuldi seta stevnuna.
Jens Johannesen tosaði millum annað um upprunan til Dansistovugaman og um, hvussu stóran týdning dansur hevur fyri trivnaðin hjá fólki. Setanarrøðan kann lesast her.

Innmarsjur

Dansiframsýnarar
Luttakandi feløg til dansiframsýningina vóru umframt Dansistovugaman úr Suðuroynni, Dansihugni úr Klaksvík, Dansifrøi úr Havn, Fragdin úr Hósvík og Dansigaman úr Sandoynni og linjudansihold úr Havn. 
Dansarar hjá Annu Kirstin á Tvøroyri framførdu standard-, fólka og linjudans. 
Barna-, ungdóms- og vaksnir dansarar hjá Eyðbjørg Ellendersen í Hvalba vístu fram standard-, fólka- og linjudansir. 

Veitsla og dansur
Um kvøldið varð skipað fyri veitslu. Borðhaldið varð hildið inni í skúlahøllini og dansurin aftaná inni í ítróttarhøllini, har skift varð í millum at dansa enskan dans, linjudans og fólkadans.

Dansistevna aftur um 2 ár
Petur Petersen, formaður í Dansifrøi í Havn, boðaði undir borðhaldinum frá, at næsta fólkadansistevnan verður í Havn um 2 ár.