Á Tvøroyri hevur Anna Kirstin Steinø undirvíst í serstakliga standarddansum síðan 1988. Miðskeiðis í áttatiárunum undirvísti Connie Vilhelm nøkur ár í fólkadansi í Vági.
Veturin 93/94 hevði Anna Kirstin ein støðg í síni undirvísing, men fleiri í “elsta” holdinum longdust so eftir at sleppa at dansa, at nøkur og 20 teirra tóku seg saman at dansa í Dansistovuni hjá Suðuroyar Norðara Dansifelag í Trongisvági. Nú varð farið yvir at dansa fólkadans, fyriskipaðan av Hervør Eidesgaard, sum hevði dansað fleiri ár í Havn, Vági og á Tvøroyri.
Dansiveturin 1993/94 endaði við, at hópurin luttók í dansistevnuni, sum várið 1994 var í Skopun og annars er annaðhvørt ár.
Í 1994, 2. nov., varð felagið sett á stovn. Dansað varð framvegis í Dansistovuni Trongisvági og hildu fólk sær at gaman. Harav navnið DANSISTOVUGAMAN.
Á heystið 1995 varð farið í Tvøroyrar Klubba at dansa, serstakliga, tí ov trongligt bleiv í Dansistovuni.
Í 1996 var felagið aftur við á dansistevnu, hesuferð á Giljanesi í Vágum.
Summarið 1997 var Danmarkarferð, vóru og vitjaðu Square Dance Partners – Vissenbjerg.
Várið 1998 var dansistevnan hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági við uml. 260 luttakarum.
Summarið 1998 høvdu okur vitjan av Square Dance Partners – Vissenbjerg.
Síðan november 1999 hava okur dansað í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla.
Várið 2000 luttóku okur á Dansistevnuni, sum Dansifrøi skipaði í Havn.
Summarið 2003 vóru okur aftur og vitjaðu Square Dance Partners – Vissenbjerg.
Summarið 2004 høvdu okur vitjan av Square Dance Partners – Vissenbjerg.
Várið 2005 luttóku okur á Dansistevnuni, sum Upp á Tá skipaði fyri á Giljanesi.
Veturin 2005/2006 fóru okur undir at dansa linjudans umframt fólkadansin.
Várið 2007 luttóku okur á Dansistevnuni, sum Fragdin skipaði fyri á Eiði.
Dansiveturin 2007/2008 fóru okur eisini undir at dansa standarddansir. Hetta førdi við sær stóra tilgongd av nýggjum limum.
Í januar 2009 høvdu okur fyri fyrstu ferð Elisdans á skránni.
Várið 2009 luttóku okur á Dansistevnuni, sum Dansihugni skipaði fyri í Klaksvík.
Várið 2011 skipaði Dansistovugaman aftur fyri dansistevnu í ítróttarhøllini í Trongisvági við uml. 270 luttakarum.
Várið 2013 luttóku okur á Dansistevnuni, sum Dansifrøi skipaði fyri í Norðurlandahúsinum og nýggju stásiligu dansihøllini.
Á mentunarnáttini á Tvøroyri juli 2013 var Dansistovugaman partur av skránni við framsýning og dansi.